Spurningar:

 

Finnið nøkur dømi uppá klassiska betingning frá tykkara dagligdegi, í minsta lagið 3-4 dømi. Vísið á hvat stimulus (S) og hvat reaktiónin (r) eru í hesum. Takið tildømis støði í onkrum av teimum vanunum, sum tit hava. Her eru nøkur vegleiðandi boð, har tað er samanhangur í millum stimulansin og reaktiónina. Dømi 1: Vit tendra kontaktina tá vit koma inn í eitt myrkt rúm. Dømi 2: Vit trýsta á bremsuna, um ljóskurvarnar lýsta reytt. 

Vísið á onkra støðu, har onkur vani hevur viðført eina óhóskandi (ella óvanliga) reaktión.

Diskuterið um klassisk betingning er tilstaðar í innlæringini, sum er á skúlanum. Er tað onkur undirvísing, sum í størri mun leggur upp til klassiska betingning. Útdýpið tykkara svar. 

Kann man menna angist fyri ávísum tingum ella støðum (umvegis klassisku betingningina) um man hyggur eftir einum gysarafilmi ella øðrum miðlum, har ótespuligar støður eru uppstillaðar ella harðskapur er nýttur. Hvat tosar fyri hesum og hvat tosar í móti hesum. Lesið úr kapittlinum og kjakast tykkara millum.

Vísið á nøkur dømi, har tit hava lært okkurt umvegis ”trial and error” og takið nøkur dømi fram har positiv styrkjan, negativ styrkjan og straffur verður nýttur í dagligdegnum.

Greið frá hví straffur er eitt ivingarsamt amboð í strebanini eftir at ”skapa ein atburð”, t.d. í samband við uppaling.